10/07/2026
Boksisamband Føroya hevur havt ein jaligan fund við Parkinsonfelagið um okkara komandi verkætlan Neuro Boksing Føroyar.
Parkinsonfelagið tók sera væl ímóti átakinum og fer javnan at kunna sínar limir um verkætlanina. Boksisamband Føroya fer í takt við menningina av verkætlanini at senda kunning og dagføringar til Parkinsonfelagið, sum síðani víðarideilir kunningina til sínar limir.
Boksisamband Føroya hevur harumframt sett seg í samband við onnur feløg við tí endamáli at kanna møguleikarnar fyri einum líknandi samstarvi. Vit bíða í løtuni eftir svari frá feløgunum og síggja góðar møguleikar fyri, at verkætlanin kann koma enn fleiri fólkum við neurologiskum sjúkum til gagns.
Tá verkætlanin er klár, verður ein ókeypis kunningar- og royndarverkstova hildin fyri øllum limum í ymisku feløgunum. Verkstovan fer at geva luttakarunum eina góða innleiðslu í hugtakið Neuro Boksing Føroyar og teir venjingarhættir, sum verða nýttir.
Eftir verkstovuna fáa áhugaðir luttakarar møguleika at tekna seg til eitt longri venjingarskeið. Venjingin verður síðani skipað og framd av servandum venjarum í teimum lokalu boksifeløgunum, sum eru partur av verkætlanini, og sum framyvir fara at hava ábyrgdina av venjingunum í sínum øki.
Boksisamband Føroya sær sera jaliga upp á framtíðina hjá verkætlanini og teir møguleikar, hon skapar fyri fólk við neurologiskum sjúkum í Føroyum. Við einum sterkum samstarvi millum sjúklingafeløgini og tey lokalu boksifeløgini ynskja vit at byggja eitt burðardygt og landsfevnandi tilboð, sum kann vera við til at økja um lívsgóðsku, felagsskap og likamliga virkni hjá luttakarunum í nógv ár framyvir.
Á myndini síggjast formaðurin í Boksisambandi Føroya, Martin Meng Wojciechowski, næstformaðurin í Parkinsonfelagnum, Óli Jákup Tvørfoss, og nevndarlimurin Torbjørn Bek.